Mikkjal Thomassen nýggjur venjari hjá AIK

Mikkjal Thomassen nýggjur venjari hjá AIK
Mikkjal Thomassen gevst sum venjari í Frerikstad í Noregi og tekur við sum venjari hjá svenska fótbóltsfelagnum AIK
 
15.07.2024 - 10:23

Mikkjal Thomassen gevst sum venjari í Frerikstad í Noregi og tekur við sum venjari hjá svenska fótbóltsfelagnum AIK. Tað skrivar heimasíðan hjá Fredikstad fótbóltsfelagnum

Á heimasíðuni fær Mikkjal Thomassen góð orð við sær á leiðini - at hann við góðum úrslitum hevur leitt Fredrikstad FK upp í bestu fótbólsdeildina.

Mikkjal tók við sum venjari í november 2022, og hevur staðið á odda fyri Fredikstad í 44 landskappingardystum og 7 dystum í norsku steypakappingini. 

- Tað er sjáldsamt at vit taka so ókendar, men kortini so tryggar avgerðir, sum tá vit settu Mikkjal í starv. Vit fingu ein høvuðsvenjara, sum hevur stuðlað uppundir venjingarmentanina og standardin, sum, vit vilja, skal sermerkja FFK, sigur ítróttarstjórin hjá Fredrikstad, Joacim Heier. 

Expressen, Aftonbladet og Nettavisen skriva, at talan er um svenska stórfelagið AIK, har Mikkjal skal taka við eftir Henning Berg, sum var koyrdur sum venjari. Mikkjal fer úr starvinum fyrrapartin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV