- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja at álopsmaðurin verður vístur av landinum
Danska ákæruvaldið krevur, at 39 ára gamli maðurin, sum sló danska forsætisráðharran Mette Frederiksen, verður vístur úr Danmark og ikki fær innferðarloyvi komandi seks árini.
Tað stendur í ákæruritinum móti pólska manninum, sum er ákærdur fyri við knýttum neva at hava sligið Mette Frederiksen á høgru øksl. Tað skal hann hava gjørt á Kultorvet í Keypmannahavn fríggjadagin 7. juni, tá Mette Frederiksen var á veg til eina kaffiavtalu við eina vinkonu.
Hon hevði lívverjar hjá sær, men kortini eydnaðist tað manninum at sleppa so nær at henni, at hann fekk sligið hana á økslina.
Maðurin var eftir øllum at døma ávirkaður av rúsevnum og rúsdrekka. Hann noktar seg sekan.
Málið kemur fyri býarrættin í Keypmannahavn 6. og 7. august.