Ætla at siga 80 fólkum upp í Skotlandi

Ætla at siga 80 fólkum upp í Skotlandi
Virksemið, sum hevur verið á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Stornoway í Hebridunum, verður flutt á virkið, sum er norðan fyri Glasgow í Skotlandi
Kryvjivirkið hjá Bakkafrosti í Stornoway letur aftur, og virksemið verður savnað á virkinum, sum Bakkafrost hevur norðan fyri Glasgow í Skotlandi.
Mynd: Stornoway Gazette  
 
15.07.2024 - 12:59

Bakkafrost ætlar at siga 80 fólkum úr starvi í Skotlandi. 

- Ov lítið arbeiði er til tey, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. 

 

Bakkafrost hevur tvey kryvjivirki í Skotlandi.

Annað er í Stornoway í Hebridunum ella Suðuroyggjum, og hitt nærindis við Glasgow í Skotlandi.

Nú ætlar Bakkafrost at savna alt virksemið á virkinum, sum er norðan fyri Glasgow.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

15072024_Regin_um_skotland

 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV