Verri útlit í byggi- og tilfeingisvinnuni

Verri útlit í byggi- og tilfeingisvinnuni
Byggivinnan og tilfeingisvinnan eru minni bjartskygd um framtíðarvánirnar. Hinvegin sær handilsvinnan ljósari upp á framtíðina sambært nýggjasta konjunkturbarometrinum
Byggivinnan hevur nóg mikið at gera, sum nú er, men fær ikki so nógv nýggj arbeiði
 
13.07.2024 - 12:04

Føroyska konjunkturbarometrið fellur, og tað hevur tað gjørt í eina tíð. 

Tað gevur eina greiða ábending um, at tað ikki gongur eins væl í føroyska búskapinum, og tað hevur gjørt. Men kortini er ikki grund til at stúra, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum.

Tað eru serliga byggivinnan og tilfeingisvinnan, sum ikki eru so bjartskygd sum tey hava verið. Hinvegin sær handilsvinnan ljósari upp á tað, eins og føroysku húsarhaldini 

Konjunkturbarometrið er nú -5. Tað er væl niðan fyri langtíðarmiðal, sum er 16. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Konjunkturbarometrið sigur nakað um, hvussu húsarhald og vinna meta, at tíðirnar eru, og geva ábending um búskapargongdina.

Hagstovan vísir á, at kanningin av konjunkturbarometrinum fyri juni 2024 er lutvíst gjørd, meðan verkfall var á privata arbeiðsmarknaðinum. Úrslitini kunnu tí verða ávirkaði av hesum og skulu lesast við teimum fyrivarnum, sum knýta seg at tí. 

Meira kann lesast um konjunkturbarometrið á heimasíðuni hjá Hagstovuni, www.hagstova.fo

 

Hoyrið samrøðu við Johnny í Grótinum, formann í Búskaparráðnum, um konjunkturbarometrið:

Johnny_konbarometur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV