Suðurkorea: Verkfall hjá Samsung

Suðurkorea: Verkfall hjá Samsung
Fakfelagið hjá starvsfólkum, sum arbeiða í tøkniframleiðsluni hjá Samsung í Suðurkorea, lýsti mánadagin verkfall.
5.000 starvsfólk í tøkniframleiðsluni hjá Samsung í Suðurkorea fóru mánadagin í verkfall.
Mynd: Jung Yeon-Je/AFP  
 
11.07.2024 - 06:55

Fakfelagið sigur í fráboðan, at tað er løgið, at leiðslan í fyritøkuni ikki letur við seg koma, nú verkfallið hevur vart í tríggjar dagar.

Meira enn 5.000 starvsfólk eru í verkfalli, eftir at fakfelagið í drúgva tíð hevur stríðst fyri betri løn og arbeiðsviðurskiftum. 

Fyritøkan Samsung boðaði týsdagin frá, at verkfallið onga ávirkan hevur á framleiðsluna hjá fyritøkuni.

Fakfelagið sigur hinvegin, at verkfallið hevur stóra ávirkan, og at leiðslan í Samsung fer at angra, at hon ikki hevur gjørt ábøtur. 

- Tess longri verkfallið varar, jú meira rakar tað stjórarnar, og leiðslan fer at enda at koma grulvandi til samráðingarborðið, skrivar fakfelagið.

Kinkur hevur verið í samráðingunum síðani í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV