- Tíðindi, mentan og ítróttur
Familjudepilin: Neyðugt er at hugsa nýtt

- Vit skulu hava eitt smidligari og meira virðiligt tilboð til tær familjurnar, sum hava tað allartruplast og har foreldrunum tørvar hjálp til at vera foreldur.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
Í fleiri ár hevur ikki borið til at vísa familjum til familjudepilin hjá Almannaverkinum, og sambært Barnaverndarstovuni er tað ein trupulleiki fyri føroyska barnaverndararbeiðið.
Í ársfrágreiðing sínari fyri 2023 staðfestir Barnaverndarstovan, manglandi familjudepilin nú á triðja ári hevur merkt virksemið hjá Barnaverndarstovuni
Djóni Nolsøe Joensen ásannar, at skipanin hevur ikki riggað nóg væl higartil. Hann heldur, at tilboðið skal vera bæði á einum stovni og í heimligum umhvørvi hjá familjunum.
Landsstýrismaðurin hevði í vikuni fund við Kommunufelagið og Barnaverndarstovuna um Familjudepilin hjá Almannaverkinum.
Hoyrið tíðindainnslag við Djóna Nolsøe Joensen her: