Ísraelar aftur sinnaðir at samráðast um vápnahvíld í Gasa

Ísraelar aftur sinnaðir at samráðast um vápnahvíld í Gasa
Boðini frá ísraelsku stjórnini koma eftir at Hamas hevur svarað uppá uppskotið til vápnahvíld, sum Joe Biden legði fram síðst í mai.
 
04.07.2024 - 19:47

Ísraelski forsætisráðharrin hevur givið samtykkið til samráðingarfólk, um at taka uppaftur samráðingarnar við Hamas um vápnahvíld í Gasageiranum.

Samstundis eru útlitini vorðin munandi betri fyri, at eftirsitandi ísraelsku gíslarnir hjá Hamas vera leyslatnir. Tað skrivar Reuters tíðindastovan. Tí Hamas hevur flutt seg og tykist vera sinnað at gera eina avtalu um hesar.

- Vit hava fingið eitt gjøgnumbrot, sigur ein talsmaður fyri stjórnina hjá Joe Biden, forseta í USA í kvøld. Tað ganga tó nakrir dagar áðrenn avtalan verður klár, sigur hann.

Sambært NTB, so eru framvegis um 120 ísraelskir gíðslar í Gasa. At hesir vera leyslatnir er ein av lutunum í uppskotinum til vápnahvíld, sum partarnir samráðast um nú.

Egyptaland, Katar og USA hava í fleiri mánaðir virkað sum semingspartar í eini roynd at fáa vápnahvíld í lag millum Ísrael og Hamas.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229