Líggjas framúr byrjan í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini

Líggjas framúr byrjan í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini
Líggjast Joensen úr Ægir hevur vunnið norðurlendskt gull fyri ung í 200 metra frísvimjing. Samstundis setti hann nýtt juniormet
Líggjas Joensen vann gull í 200 metra frí á NMU-kappingini
Mynd: svimjing .com  
 
02.07.2024 - 16:45

Líggjas Joesen hevur vunnið norðurlendskt gull fyri ung í 200 metra frísvimjing á langgeil.

Svimjarin úr Ægir, sum er føddur í 2008, setti samstundis nýtt føroyskt juniormet við tíðini 1,53.14. Tað skrivar svimjing.com.

Troy Sevonen úr Svøríki varð nummar tvey, meðan íslendingurin Magnús Viðir Jónsson endaði á bronsuplássinum.

Líggjas Joensen átti sjálvur gamla juniormetið, og er næstskjótasti føroyingur yvirhøvur á hesum teininum. Skjótastu er Pál Joensen, sum eigur føroyska metið við tíðini 1,48.98.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325