Frakland: Ytsti høgravongur til reiðar at taka við stjórnarvaldinum

Frakland: Ytsti høgravongur til reiðar at taka við stjórnarvaldinum
Vinnur høgravongurin valið, verður Jordan Bardella, formaður í flokkinum 'National savning,' væntandi forsætisráðharri
Jordan Bardella, formaður í 'National savning,' hevur møguleika at gerast nýggjur forsætisráðharri í Fraklandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.06.2024 - 14:47

28 ára gamli Jordan Bardella, sum verður nevndur sum stjørnuskotið hjá høgravonginum í Fraklandi, boðar nú frá, at ytsti høgravongurin er til reiðar at taka við valdinum í Fraklandi, um flokkurin 'National savning' vinnur valið.

Vinnur ytsti høgravongurin valið 30. juni og 7.juli, verður Bardella, sum er floksformaður, eftir øllum at døma forsætisráðharri. 

Hann hevur á tíðindafundi í París í dag lagt valskránna hjá flokkinum fram.

 

Lovar størri keypiorku

- 'National savning' er í dag einasta rørsla, sum á skilagóðan hátt er før fyri at fremja ynskini, sum franska fólkið greitt hevur víst á, segði Bardella og legði aftrat - Sagt við trimum orðum: Vit eru klár.

Hann lovaði fólkinum størri keypiorku, at fáa lóg og landaskil aftur og broyta lógina soleiðis, at tað verður lættari at reka útlendingar, sum verða dømdir í Fraklandi, av landinum.

Meiningakanningar vísa, at 'National savning' er framman fyri samgonguna, sum er mannað við fleiri flokkum á vinstravonginum. 

 

Emmanuel Macron, forseti.  (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Macron heldur fram sum forseti

Flokkurin hjá Emmanuel Macron, forseta, er triðstørstur.

Macron sendi fyrr í hesum mánaðinum tjóðartingið til hús og skrivaði út val í ótíð, tí tað gekk flokkinum hjá honum illa á ES-valinum. 

Sjálvur hevur Macron boðað frá, at hann verður sitandi sum forseti alt forsetaskeiðið, sum varar til 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182