Føroyskt koyrikort í Danmark og danskt koyrikort í Føroyum

Føroyskt koyrikort í Danmark og danskt koyrikort í Føroyum
Talgildu føroysku koyrikortini skulu verða partur av talgildu skipanini í Danmark og donsk koyrikort í skipanini í Føroyum
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, hevur havt fund við danska ferðslumálaráðharran um talgild koyrikort.
 
24.06.2024 - 13:29

Danska stjórnin er sinnað at gera eina skipan, har føroysk talgild koyrikort verða góðkend í Danmark, og arbeiða fyri, at donsk talgild koyrikoyrt verða góðkend í Føroyum.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, sum hevur havt fund við Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra.

Fólkatingskvinnan hevur tikið málið upp við ráðharran, tí hon hevur fingið fleiri áheitanir um, at føroyingar eru ónøgdir við, at hevur tú eitt føroyskt koyrikoyrt, so ber ikki til at fáa tað góðkent í donsku talgildu skipanini.

 

Thomas Danielsen er ferðslumálaráðharri í Danmark. 

 

Anna Falkenberg sigur, at Thomas Danielsen hevur lovað, at ein loysn kann setast í verk í Danmark, soleiðis at føroysku koyrikortini verða partur av talgildu skipanini í Danmark.

Sum er, verður eitt danskt talgilt koyrikort heldur ikki góðkent í føroysku skipanini í dag.

Ætlanin er eisini, at danir skulu sleppa undan at skifta koyrikort, tá ið teir koma til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182