ES hóttir við at lata dyrnar aftur fyri Georgia

ES hóttir við at lata dyrnar aftur fyri Georgia
ES krevur, at russlandsvinarliga kósin hjá Georgia verður broytt
Josep Borrell er uttanríkisleiðari í ES.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.06.2024 - 13:40

Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borell, hóttir stýrið í Georgia og sigur, at hurðarnar til ES verða latnar aftur, um tey ikki skifta kós.

Tað skrivar danska kringvarpið, DR. 

Tað snýr seg um eina russlandsvinarliga kós, sum Georgia hevur. Og verður henda kósin ikki broytt, fær Georgia ikki limaskap í ES.

Georgia samtykti herfyri eina lóg, sum sigur, at almannagagnligir felagsskapir, miðlar og aðrir felagsskapir, ið fáa meira enn ein fimtapart av fíggingini uttanlands, skulu skráseta seg sum: '"Felagsskapir, sum gera, ið útlendskir valdsharrar vilja." 

Henda lógin fær mótstøðu í ES. 

- ES-dyrnar fyri Georgia hava opið. Men heldur stjórnin á við teirri kós, tey gera nú, so lata dyrnar aftur, segði Josep Borrell fyrrapartin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226