ES ætlar at brúka russiskar ognir til vápn í Ukraina

ES ætlar at brúka russiskar ognir til vápn í Ukraina
Eftir ætlan skulu góðar 15 milliardir evrur brúkast
ES ætlar, at russisku ognirnar skulu m.a. nýtast til at keypa vápn til Ukraina. (Savnsmynd)
 
24.06.2024 - 15:40

ES ætlar at brúka sonevndar "frystar" russiskar ognir til stuðul til kríggið í Ukraina. 

Reuters-tíðindastovan skrivar, at ES hevur góðkent umstríddu ætlanina.

Eftir ætlan skulu góðar 15 milliardir evrur brúkast. 

Josep Borrell, uttanríkisleiðari í ES, sigur, at peningurin skal m.a. nýtast til vápn.

Ungarn hevur verið ímóti ætlanini, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. juni
Poppverturin
193366
Mánadag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 17.juni 2025
193348
Mánadag 16. juni
Morgunlestur mánadagur 16. juni 2025
193343
Nýggjastu sendingar í SV