Granskarar sleppa undan at rinda ársgjald

Granskarar sleppa undan at rinda ársgjald
Uppskot um kunngerð um gjøld fyri aðrar tænastur úr vevnaðarskránni er eisini gjørt
Nøkur gjøld eru hækkað, síðani kunngerðin um gjøldini kom í 2014. (Savnsmynd)
 
19.06.2024 - 14:02

Nú skulu granskarar ikki longur gjalda 10.000 kr. um árið til Ílegusavnið ella Heilsustýrið fyri at sleppa at granska ílegur - tað er fyri veitingar og upplýsingar frá Ílegusavninum.

Tað sigur nýggja ílegulógin.

Og uppskot um kunngerð um gjøld fyri aðrar tænastur úr vevnaðarskránni er gjørt.

Nøkur gjøld eru hækkað, síðani kunngerðin um gjøldini kom í 2014.

Eitt gjald er tó óbroytt.

Minsta gjaldið er 20 kr., tað størsta er 310 kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV