Conference League: Víkingur og B36 fingu lettiska mótstøðu

Conference League: Víkingur og B36 fingu lettiska mótstøðu
Bæði B36 og Víkingur fingu lettiska mótstøðu í fyrsta umfari í Conference League
B36 skal spæla ímóti FK Auda í Conference League í juli
Mynd: Leit  
 
18.06.2024 - 15:13

Bæði B36 og Víkingur fingu mótstøðulið úr Lettlandi í fyrsta umfari av Conference League. 

Lutakastið hevur júst verið í Nyon.

B36 skal spæla ímóti FK Auda, sum endaði á 3. plássi í lettisku landskappingini í fjør. Í 2022 vann FK Auda steypakappingina og var sostatt við í Conference League í fjør.

Víkingur hittir FK Leipaja. Leipaja endaði á 4. plássi í lettisku kappingini í fjør.

B36 spælir á útivølli fyrst, meðan Víkingur spælir fyrra dystin á heimavølli. Dystirnir verða spældir 11. og 18. juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Leygardag 13. juli
Morgunlestur leygardagur 13. juli 2024
177414
Nýggjastu sendingar í SV