Ókeypis filmsskúli í eitt ár

Ókeypis filmsskúli í eitt ár
Flogfisk hevur til endamáls at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera sínar egnu filmar
Gorm Just og Anton Petersen standa fyri flmsskúlanum Flogfisk.
 
18.06.2024 - 15:40

Í august byrjar ein nýggjur filmsskúli í Føroyum. Skúlagongdin er eitt ár - og alt er ókeypis.

Skúlin eitur Flogfisk, og endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera sínar egnu filmar. 

Tað eru Anton Petersen og Gorm Just, sum standa fyri skúlanum, ið hevur íblástur frá Super 8 og Super 16 í Danmark.

 

Í Ostahúsinum 

Undirvíst verður í leikstjórn, klipping, upptøku, leikriti, ljóði og framleiðslu. Haraftrat kanst tú læra um "casting", sum er at finna røttu leikararnar til tín film. 

Undirvísingin verður í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli. Har er biografur, klippiútgerð, professionel kamera og ljósútgerð. Við øðrum orðum, so fært tú allan pakkan.

Fríggjadagin 21. juni kl 16:00 verður opið hús í Ostahúsinum, har kunnað verður um skúlan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Leygardag 13. juli
Morgunlestur leygardagur 13. juli 2024
177414
Nýggjastu sendingar í SV