Handilsvinnan: Útbúgvingar mugu dagførast

Handilsvinnan: Útbúgvingar mugu dagførast
Handilsútbúgvingin er ov lítið praktisk, og handilslærlingar halda, at tey taka FHS-útbúgvingina umaftur, sigur Handilsvinnufelagið
Neyðugt er eisini at gera broytingar bæði í lærugreinasamansetingini og undirvísingarháttinum, sigur handilsvinnan. (Savnsmynd)
 
18.06.2024 - 14:28

Handilsvinnan í Føroyum heldur, at handilsútbúgvingin og merkantilu útbúgvingarnar mugu dagførast.

Handilsútbúgvingin er ov lítið praktisk, og handilslærlingar halda, at tey taka FHS-útbúgvingina umaftur. 

Handilsvinnufelagið mælir tí politisku skipanini til at endurskoða handilsútbúgvingina og merkantilu útbúgvingarnar.

Yrkisútbúgvingarráðið læt í fjør heyst politisku skipanini eitt tilmæli um hetta.

Mælt verður til at fáa betri samanhang millum teori og praksis í merkantilu útbúgvingunum. 

Tað er eisini neyðugt at gera broytingar bæði í lærugreinasamansetingini og undirvísingarháttinum, sigur handilsvinnan.

 

Hetta er aðru ferð, at Yrkisútbúgvingarráðið letur politisku skipanini tilmæli. Fyrru ferð var á heysti 2019. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Longur skúlagongd

Hesar broytingarnar kunnu hava við sær, at skúlagongdin fer úr sjey vikum upp í niggju til tíggju vikur.

Handilsvinnufelagið heldur eisini, at tað er neyðugt at gera broytingar í endauppgávuni.  

Tað kemur meira enn so fyri, at handilslærlingar skriva endauppgávuna langt eftir, at skúlagongdin er endað. 

Hetta er aðru ferð, at Yrkisútbúgvingarráðið letur politisku skipanini tilmæli. Fyrru ferð var á heysti 2019.

 

Tríva aftur í gamla tilmælið

Vinnuhúsið sigur, at neyðugt var hjá Yrkisútbúgvingarráðnum at tríva aftur í tilmælið frá 2019 og broyta tað. 

Hetta komst millum annað av, at donsku útbúgvingarnar eru dagførdar og samsvara ikki við tær føroysku. 

Hetta kann hava óhepnar avleiðingar fyri handilslærlingar úr Føroyum, sum ætla til Danmarkar í skúla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226