World Cup III: Sverri fekk bronsuna

World Cup III: Sverri fekk bronsuna
Sverri Sandberg Nielsen róði seg til triðja plássið í finaluni í triðju World Cup-stevnuni í Poznan í Póllandi. Nú byrja seinastu fyrireikingarnar til OL í París
Sverri Sandberg Nielsen róði seg til triðja plássið í Poznan. Nú bíðar OL í París
Mynd: Balint Czucz  
 
16.06.2024 - 18:54

Sverri Sandberg Nielsen róði seg í dag til bronsuna í triðju World Cup-stevnuni í ár, sum var í pólska býnum Poznan.

Miðvingurin í einskullaranum kom á mál við tíðini 7,03.42 aftan fyri Thomas Mackintosh úr Nýsælandi (7,00.49) og kroatan Damir Martin (7,03.25).

Hetta var seinasta kappingin hjá føroyinginum, sum nú fer undir seinastu fyrireikingarnar til Olympisku leikirnar í París.

Danski OL-áttarin, sum føroyska Sára Maria Johansen rør við, var ikki við í Poznan, men valdi at vera í Danmark og venja í staðin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074