Danmark misti stig - Ongland lítið sannførandi í sigri

Danmark misti stig - Ongland lítið sannførandi í sigri
Danmark var á odda ímóti Slovenia, men misti leiðsluna seint í dystinum, meðan Ongland helt fast, men var lítið sannførandi, í teprum sigri á Serbia
Christian Eriksen fegnast um sítt mál ímóti Slovenia, sum kortini fekk javnað seinni
Mynd: Damien Meyer/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.06.2024 - 22:34

Leingi sá út til, at Christian Eriksen hevði tryggjað Danmark øll stigini ímóti Slovenia á Stuttgart Arena í dag.

Royndi miðvallarin legði danir framum við góðum skoti, tá 17 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki, men slovenar treiskaðust, og Erik Janža javnaði, tá lítið korter var eftir at spæla.

 

Ongland lítið sannførandi í teprum sigri

Ein av EM-favorittunum, Ongland, legði frá landi í dag ímóti Serbia.

Tað gekk eftir ætlan hjá onglendingum frá byrjan. Bert 13 minuttir vóru spældir, tá Real Madrid-stjørnan Jude Bellingham skallaði eitt innlegg frá Bukayo Saka í netið úr stuttari frástøðu.

Serbia hevði kortini ongan hug at geva skarvin yvir, og stríddu seg inn aftur í dystin. Teir spældu seg til vandamiklar støður og vildu eisini hava brotsspark, men Ongland helt fast, og fekk øll stigini við neyð og deyð.

 

Holland vendi hóttandi tapi til sigurs

Fyrsti dysturin í dag var ímillum Holland og Pólland. Póllendingar, sum máttu vera skadda Robert Lewandowski fyri uttan, tóku leiðsluna við máli frá avloysaranum á fremsta plássi, Adam Buksa, í 16. minutti.

Hollendingar fingu kortini vent dystinum. Cody Gakpo javnaði fyri steðgin, og sjey minuttir fyri leiklok skoraði Wout Weghorst sigursmálið fyri Oranje. 

 


Málskjúttarnir hjá Hollandi, Cody Gakpo og Waut Weghorst, fegnast um sigurin á Póllandi í dag. MYND: Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182