Búnaðargrunnurin 11,5 milliónir í avlopi

Búnaðargrunnurin 11,5 milliónir í avlopi
Síðstu fýra árini hevur Búnaðargrunnurin útgoldið stuðul fyri tilsamans 48 milliónir krónur
Búnaðargrunnurin veitti stuðul fyri góðar seks milliónir í fjør
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
16.06.2024 - 10:24

Búnaðargrunnurin hevði í 2023 eitt avlop áðrenn skatt á slakar 11,5 milliónir krónur. Av hesum vórðu 4,3 milliónir goldnar landskassanum til at fíggja umsitingina av landsjørðini. 

Tað boðar grunnurin frá í tíðindaskrivi.

Útlánsvøksturin í 2023 var 6,4 prosent, og við árslok hevði grunnurin útlán fyri 133 milliónir.

Endamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til føroyskan landbúnað, og umframt lán veitti grunnurin í 2023 stuðul uppá góðar 6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting. Síðstu fýra árini er tilsamans útgoldin stuðul fyri 48 milliónir, sum í miðal svarar til 12 milliónir krónur um árið.

Stýrisformaður í Búnaðargrunninum er Símun Gullaksen, og Barbara Pállsdóttir Vang er næstforkvinna. Hinir stýrislimirnir eru Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182