Fríi fuglurin varð fongslaður

Fríi fuglurin varð fongslaður
Vikugesturin: Fuglakøni Silas Olofson hevur bergtikið føroyingar við síni vitan um fuglalív. Men hann er upprunliga útbúgvin gudfrøðingur, og tað kundi kostað honum lívið
Silas Olofson við kikara og myndatóli
 
15.06.2024 - 14:22

- Skuldi eg verið ein fuglur, so hevði eg viljað verið ein ferðafalkur.

Síðan hann var 10 ára gamal, hevur Silas Olofson heilhjartaður eygleitt fugl, og í sendingini "Sært tú fuglin" hevur hann givið føroyingum innlit í, hvussu rík og fjølbroytt okkara náttúra er. 

Skjótur sum flytifuglurin ferðafalkurin, veiðir hann alskyns fugl við myndatólinum; og so vil hann sleppa undan at hava fíggindar.

Sum gudfrøðingur, ið fór til Turkalands at vera trúboðari, mundi hann tó komið illa fyri, tí fólk har sóu hann sum fígginda, ið gjørdi seg inn á teirra trúgv.

Hoyr samrøðuna við Silas Olofson, har hann eldhugaður greiðir frá sínum stóra alski til fugl, hoyr um hansara bakgrund, og hvussu hann sær sambandið millum menniskju og náttúru.

1679790

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386