Tú minnist bara sæluna, tá tú kemur niðan

Tú minnist bara sæluna, tá tú kemur niðan
Tað kann vera trupult at skilja, hvat tað er, sum dregur, tá súkklarar ferðast langa leið fyri at finna fjøll at súkkla.
 
14.06.2024 - 10:43

Summi hoppa á sjógv, meðan onnur fara í ísakaldar tunnur, men Sigrun Danielsen dámar at súkkla tungar mótbrekkur.

- Eg veit ikki, hvat tað er við heilanum, tí eg kann onkuntíð hugsa um, hvat tað er við mær, sum ger, at eg absolut skal liggja og stríðast niðan eftir fjøllum. Hví er man so løgin sum menniskja?

Hon heldur niðurstøðuna vera okkurt við endorfinum ella dopamini, sum gevur kroppinum nakað, hann vil hava, og sum ger, at tú vilt aftur.

 

Fýra dagar í Dolomittunum

Saman við øðrum føroyingum og danskarum hevur Sigrun súkklað í fýra dagar í italsku Dolomittunum, og serstakliga var tað Stelvio-skarðið, sum hon hevur droymt um at súkkla niðan til.

- Hetta fjallið er bara ikoniskt fyri súkklarar, og teir súkklarar, eg havi tosað við, øtast, tá teir hoyra, at ein hálvgomul kona sum eg ætli mær niðan á Stelvio.

Sigrun sigur seg ikki vera nakran sterkan súkklara, men hesin túrurin við sínum 24 kilometrum og 40 hárnálasvingum skuldi bara roynast.

Hon byrjaði at súkkla, tá hon fekk eina kappsúkklu í føðingardagsgávu, tá hon gjørdist 55 ára gomul, og hon hevur saman við manninum fingið nógvar góðar súkkluupplivingar síðan tá.

 

1679505

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Leygardag 13. juli
Morgunlestur leygardagur 13. juli 2024
177414
Nýggjastu sendingar í SV