Stoltenberg: Kortanei til russiskt friðaruppskot

Stoltenberg: Kortanei til russiskt friðaruppskot
Uppskoið fer at hava við sær størri hersetig av ukrainskari jørð, sigur Nato-aðalskrivarin
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.06.2024 - 15:35

Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, sigur kortanei til friðaruppskotið hjá Russlandi.

- Hetta er ikki eitt uppskot um friðartingingar, men eitt uppskot, sum fer at hava við sær størri herseting av ukrainskari jørð.

Russiski forsetin Vladimir Putin sigur í dag, at tekur Ukraina seg aftur úr Zaporizjzja, Kherson, Donetsk og Luhansk-landspørtunum, og tekur umsóknina um limaskap í Nato aftur, so er landið til reiðar at gevast við álopunum, og fara undir friðartingingar.

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, sigur tvørturímóti, at málið hjá Russlandi er at taka valdið í Ukraina.

Í morgin er friðartoppfundur í Sveis, har fleiri enn 90 lond og felagsskapir fara at kjakast um møgliga loysn á krígnum í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Leygardag 13. juli
Morgunlestur leygardagur 13. juli 2024
177414
Nýggjastu sendingar í SV