- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaatkvøða: Tvøráfólk helst fyri, men ivasamt í Hvalba og Sandvík
Fólkaatkvøða: Tvøráfólk helst fyri, men ivasamt í Hvalba og Sandvík
Tvøráfólk hava atkvøtt um kommunusamanlegging nakrar ferðir, og har er altíð stórur meiriluti fyri. Meira ivasamt er, hvat fólk í Hvalba og Sandvík halda

Mynd: savn
14.06.2024 - 18:30
Hoyr innslag í útarvpstíðindunum
1679658
Á fólkaatkvøðuni kunnu fólk í hvørjari kommunu sær atkvøða JA ella NEI til sjálvbodna kommunusamanlegging.
Síðani verður tað upp til kommunustýrini í Hvalba og á Tvøroyri at gera av, um kommunurnar tá sjálvbodnar skulu leggja saman í eina felags kommunu.
Og í morgin er greitt, um fólk á Tvøroyri og í Hvalba halda, at kommunurnar skulu leggjast saman, ella ikki.
Sambært Hagstovuni búgva 635 fólk í Hvalbiar kommunu og 1741 fólk búgva í Tvøroyrar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV