Fara nú at seta leiðara fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy

Fara nú at seta leiðara fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy
Fimm umsóknir eru, og allir umsøkjararnir eru bodnir til setanarsamrøðu
Ellis- og røktarheimið á Tvøroyri er partur av Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni.
Mynd: Bú- og heimatænastan í Suðuroy  
 
13.06.2024 - 14:44

Stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni fer í dag at hava fund um tilgongdina at seta leiðara fyri Bú- og heimatænastuna í oynni.

Fimm umsóknir eru til starvið.

Kristin Michelsen, formaður í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at allir fimm umsøkjararnir eru bodnir til setanarsamrøðu. Samrøðurnar verða týsdagin 25. juni.

 

Hava søkt tríggjar ferðir

Neyðugt hevur verið at søkja tríggjar ferðir eftir leiðara til Bú- og heimatænastuna, tí meirlutin í stýrinum vrakaði innstillingina frá einum meiriluta í setanarbólkinum. 

Bú- og heimatænastan í Suðuroy er kommunala samstarvið fyri eldraøkið í oynni.

Í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna er eitt umboð fyri hvørja kommunu í oynni, men Tvøroyrar kommuna og Vágs kommuna hava tvey umboð í part. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV