- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edward Fuglø listprýðir gittara hjá D-A-D
Edward Fuglø, listamaður, hevur, sum einasta listafólk úr Føroyum, fingið ein gittara frá D-A-D at listprýða.
Edward kallar sítt listaverk fyri Dorothy's Adventurous Daydream. Hann hevur fingið íblástur úr filminum frá 1939, "The Wizard of Oz", har 10 ára gamla gentan Dorothy gongur og dagdroymir, eins og Edward ímyndar sær ein ungan mann ganga og dagdroyma í Keypmannahavn og fær íblástur til at skriva størsta hittið hjá D-A-D, ”Sleeping my day away".
Í D-A-D hava teir avrátt við Red Barnet, at teir vilja selja allar 40 gittararnar á uppboðssølu, og at yvirskotið fer til Red Barnet.
Leinki til uppsølu: Red Barnet
Myndir av gittaranum, sum Edward Fuglø hevur listprýtt: