Arbeiðið í Fámjinstunlinum verður nú tikið upp aftur

Arbeiðið í Fámjinstunlinum verður nú tikið upp aftur
51,5 metrar eru eftir at bora, og eftir ætlan verður skotið í gjøgnum um hálvan juli
Gongst sum ætlað, verður Fámjinstunnilin skotin í gjøgnum um ein mánað ella so.
Mynd: Landsverk  
 
13.06.2024 - 14:50

Arbeiðið í Fámjinstunlinum verður nú tikið upp aftur.

Útlendska manningin er komin, og nú heldur arbeiðið at bora og tryggja tunnilin fram.

Verkfallið hevði við sær, at tørvur hevur verið á ymsum tilfari, og tað hevur seinkað tunnilsarbeiðið nakað, sigur Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri í Landsverki.

 

Skjóta ígjøgnum um ein mánað

Sambært framrokningum tekur tað millum tríggjar og fýra vikur at bora teir 51,5 metrarnar, sum eru eftir.

Tunnilin verður tí eftir ætlan skotin ígjøgnum hálvan juli.

Ikki fyrr enn tunnilin er skotin ígjøgnum, ber til hjá Landsverki at meta um, hvussu stóra eykajáttan landsstýrismaðurin í samferðslumálum skal biðja løgtingið um.

Upprunaliga var tunnilin mettur at kosta 169 milliónir krónur, men so seint sum november í fjør varð talið hækkað upp í 250 milliónir krónur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV