Lettland - Føroyar: Stórar broytingar í byrjanaruppstillingini

Lettland - Føroyar: Stórar broytingar í byrjanaruppstillingini
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur gjørt seks broytingar í byrjanaruppstillingini í mun til dystin ímóti Estlandi. Gullbrandur Øregaard fær sín fyrsta landsdyst
Adrian Justinussen er ein av teimum nýggju í byrjanaruppstillingini ímóti Lettlandi
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
11.06.2024 - 15:38

Tað verður meir ella minni eitt nýtt lið, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin ímóti Lettlandi, skrivar fsf.fo.

Venjararnir gjørt seks broytingar í mun til byrjanaruppstillingina ímóti Estlandi leygardagin. Greitt er, at Gullbrandur Øregaard fær sín fyrsta dyst á A-landsliðnum.

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og í verjuni vera Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllin vera Pætur Petersen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic og Adrian Justinussen, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Klæmint Andrasson Olsen.

Á bonkinum sita Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu, Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Ragnar Samuelsen, Meinhard Olsen, Petur Knudsen, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson.

Landsdysturin millum Lettland og Føroyar á Daugava stadion byrjar klokkan 17:00 og kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182