Føroyum tørvar uppreisn ímóti Lettlandi

Føroyum tørvar uppreisn ímóti Lettlandi
Í dag spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti ímóti Lettlandi fyri sættu ferð, og Føroyum tørvar uppreisn eftir stórtapið fyri Estlandi leygardagin
Føroyar fyrireika seg til Baltic Cup-bronsudystin ímóti Lettlandi
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
11.06.2024 - 10:13

Fýra javnleikir og ein sigur.

Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum hevur betri hagtøl at vísa á enn Lettland undan Baltic Cup-dystinum um triðja plássið seinnapartin. 

Føroyski hópurin kom til havnarbýin Liepaja, sum liggur við Eystarasalt, sunnudagin, og í gjár var venjing á Daugava stadion, har dysturin ímóti Lettlandi, sum tapti 2-0 fyri Litava leygardagin, skal spælast.

Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16.50.

 


Føroysku fótbóltsmenninir til venjing á Daugava stadion, har dysturin ímóti Lettlandi er í dag. MYND: Hans Erik Danielsen / FSF

 

Tørvar uppreisn

Baltic Cup er venjingarkapping, og nógvir av føstu spælarunum eru framvegis ikki við í hópinum. Nevnast kunnu miðverjarnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal og miðvallararnir Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Harafturat komu sein avboð frá millum annað Andriasi Edmundsson og Brandi H. Olsen.

 

240611_EST_FO_NET

 

Kortini var talan um vónbrot, tá Føroyar taptu 4-1 fyri Estlandi í hálvfinaluni leygardagin. Petur Knudsen legði Føroyar framum við sínum fyrsta A-landsliðsmáli eftir góða byrjan, og løtu seinni var Meinhard Olsen nær við at økja eftir frálíkt álop. Eftir hetta var heimaliðið stinnari og javnaði eisini fyri steðgin. Í seinna hálvleiki skoraði Estland tríggjar ferðir og sat soleiðis sæð á dystinum.

Føroyar skulu tískil royna at reisa seg og vísa seg fram í dystinum seinnapartin, sum er hin seinasti, áðrenn Nations League byrjar í september.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182