Atlantsflog fyrireikar seg til at flyta fráferðir og komur

Atlantsflog fyrireikar seg til at flyta fráferðir og komur
Um Starvsfelagið sum ætlað fer í samhugaverkfall týsdagin, ávirkar tað eisini flogferðsluna
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Um Starvsfelagið fer í samhugaverkfall týsdagin, rakar tað eisini flogferðsluna
 
09.06.2024 - 15:19

Hjá Atlantic Airways umrøða tey í løtuni, hvussu tey gera, um Starvsfelagið fer í samhugaverkfall týsmorgunin. Starvsfelagið hevur lýst samhugaverkfall, men bíðað verður nú eftir úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrætti, um samhugaverkfallið er lógligt ella ikki. 

Undir øllum umstøðum hevur Vága Floghavn loyvi til at hava opið sum vanligt í átta samanhangandi tímar, sjálvt um tað er verkfall.

Sáttmálin millum Starvsfelagið og Vága Floghavn sigur, at hóast verkfall kann flogvøllurin vera opin fyri vanligum rakstri í átta samanhangandi tímar um dagin, og flogvøllurin skal eisini vera opin fyri sjúkraflutningi, bjarging og leiting. Um Starvsfelagið fer í samhugaverkfall, rakar tað millum annað neyðugar tænastur sum sløkkiliðið og security, tey kalla, í Vága Floghavn.

Hoyrið samrøðu við Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways:

Johanna_a_Bergi_um_verkfall

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr fríkirkjuni Oasan í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602