Samuel og Meinhard aftur á landsliðnum

Samuel og Meinhard aftur á landsliðnum
Fimm broytingar eru á liðnum í mun til venjingardystin ímóti Danmark í mars. Samuel Chukwudi og Meinhard Olsen eru við frá byrjan fyri fyrstu ferð í langa tíð
Samuel Chukwudi (uttan t.v.) og Meinhard Olsen (nr. 5 frá høgru) byrja inni fyri Føroyar eftir drúgvan steðg
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
08.06.2024 - 12:00

Samuel Chukwudi og Meinhard Olsen eru við frá byrjan, tá Føroyar spæla ímóti Estlandi í hálvfinaluni í Baltic Cup klokkan 17:00.

Teir báðir hava havt knæskaðar at dragast við í hálvtannað ár, men nú eru teir tøkir aftur og byrja inni á A. Le Coq Arena í Tallinn.

Í mun til seinasta landsdyst, sum var móti Danmark á Brøndby stadion í marsmánaði, eru fimm broytingar á liðnum, skrivar fsf.fo.

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Petur Knudsen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic og Meinhard Olsen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum sita Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu, Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Adrian Justinussen, Ragnar Samuelsen, Pætur Petersen, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

Landsdysturin millum Estland og Føroyar verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum og byrjað verður at senda klokkan 16:50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV