Kring Føroyar 2024: Fremsti maður punkteraði

Kring Føroyar 2024: Fremsti maður punkteraði
Pauli Poulsen, sum var fremstur í fimm daga langu súkklukappingini, Kring Føroyar, punkteraði á 3. teini, og við flata hjólinum ruku hansara kjansir fyri at vinna kappingina
Mynd: Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag  
 
08.06.2024 - 12:00

Sandoyggin var karmur um 3. tein av súkklukappingini Leif Mohr Kring Føroyar, og lagt var upp til nýggja uppgerð millum teir báðar, Pauli Poulsen og Jákup Petur Eliassen, sum vóru fremstir samanlagt.

Tað gekk kortini ikki eftir ætlan hjá Paula Poulsen, sum var góðan hálvan annan minutt framman yri Jákup Petur Eliassen undan 3.teini, tí hann punkteraði á veg niðan úr Skálavík og mátti gevast. Við flata hjólinum ruku eisini møguleikarnir hjá Paula Poulsen at vinna kappingina.

Nú er Jákup Petur Eliassen í staðin fremstur við umleið tíggju minuttum, og er hann hepnari enn Pauli Poulsen og sleppur undan óhappum, vinnur hann ivaleyst sína triðju Kring Føroyar á rað. Bergtór Thorsteinsson liggur nú á 2. plássi.

 

Í dag bleiv kappast á Sandoynni. Hetta var triði dagur, og tað merktist á súkklarunum, at teir nú eru farnir at møðast. 

Sandoyggin er ein fantastisk súkkluoyggj, eftirsum brekkurnar eru nógvar, men ikki so brattar. Jú, at súkkla niðan úr Dali kennist tungt, serliga tá hetta var seinasta niðankoyringin, áðrenn koyrast skuldi um málstrikuna, sum í ár var í Húsavík. Við Sólaris. 

Teinurin var góðar 55 km langur, við umleið 1000 hæddarmetrum. Bæði startur og mál var í Húsavík. Frá Húsavík gekk leiðin til Sands, runt Sandsvatn, og so gekk leiðin til Skálavík. Tað bleiv koyrt runt í vøkru bygdini, áðrenn leiðin gekk aftur til Sandsbygd, og enn ein túr runt Sandsvatn. Leiðin gekk nú til Húsavík, framvið Sólaris, til Dals, og so aftur til Húsavíkar.

 

Fleiri kvinnur við

Súsanna Skylv hevur verið suveren hjá kvinnunum, men á Sandoynni fekk hon meira kapping, tí fleiri stillaðu upp til start, millum annað Maria Svabo Hansen, sum umboðaði Føroyar á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019, og Sigrid Bjartalíð, sum vann kappingina úr Runavík til Havnar á Føroyaleikum fyri nøkrum árum síðan. 

Tær gjørdu kortini einki við Súsannu Skylv, sum vann sín triðja tein á rað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761