- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kring Føroyar 2024: Pauli tók førarartroyggjuna
Pauli Poulsen vann fyrsta teinin av Kring Føroyar-súkklukappingini, sum byrjaði mikudagin við einkultstarti í Eysturoynni.
Súkklað varð úr Saltangará inn til Skálabotn og síðan út aftur til Saltangará.
Pauli Poulsen vann tryggan sigur og skal tí koyra í Kring Føroyar-føraratroyggjuni í morgin. Við tíðini 39:16.1 var hann hálvan annan minutt framman fyri Bergtór Thorsteinsson, meðan Jákup Petur Eliassen, sum hevur vunnið Kring Føroyar seinastu árini, endaði á triðja plássi.
Súsanna var flúgvandi
Súsanna Skylv var suverenur vinnari hjá kvinnum. Hon nýtti 44:09.7 minuttir upp á teinin og var 11 minuttir framman fyri Súsannu Eliassen á 2. plássi.
Annar teinur verður hósdagin, tá súkklararnir aftur eru í Eysturoynni, Byrjað verður úr Kambsdali til Oyndarfjarðar, har vent verður, áðrenn leiðin gongur til Fuglafjarðar, áðrenn endað verður aftur á Kambsdali.
Kappingin byrjar klokkan 14:00, og teinurin er góðar 60 kilometrar langur og hevur umleið 1800 hæddarmetrar.