ES heitir á Ísrael um at taka undir við vápnahvíld

ES heitir á Ísrael um at taka undir við vápnahvíld
Amerikanska uppskotið er gjørt í samráði við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, er komin við útsagnum um, at hann tekur ikki undir við uppskotinum um vápnahvíld.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.06.2024 - 08:47

ES heitir á Ísrael og Hamas um at góðtaka uppskotið, sum Joe Biden, forseti USA, hevur lagt fram um vápnahvíld, og hvussu kríggið kann enda.

Uppskotið er gjørt í samráði við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu. 

Men eftir at Joe Biden fríggjadagin kunngjørdi uppskotið, hevur ísraelski forsætisráðharrin úttalað seg um, at hann tekur ikki undir við avtaluni. 

Hvítu húsini í Washington hava svarað aftur, at væntað verður, at Ísrael tekur undir við avtaluni, um Hamas góðtekur hana.

 

Trý stig

Ætlanin er í trimum stigum: at steðga krígnum so líðandi, at vápnahvíld í longdini verður varandi, og at Ísrael fer úr palestinskum øki. 

ES tekur fult undir við uppskotinum.

Umboð fyri Katar, USA og Egyptaland hava verið millumgongufólk millum Ísrael og Hamas í fleiri vikur í royndini at fáa vápnahvíld í lag, og at býta ísraelskar gíslar um við palestinar, sum sita í ísraelskum fongsli. 

Hvørki Ísrael ella Hamas hava alment tikið undir við ella vrakað uppskotið um vápnahvíld.

Leiðararnir í G7-londunum taka fult undir við amerikanska uppskotinum um vápnahvíld, og uttanríkisráðharrar í Saudiarabia, Jordan, Sameindu arabiskum emiratunum og Egyptalandi eru eisini jaligir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076