Niður á jørðina aftur ímóti Grikkalandi

Niður á jørðina aftur ímóti Grikkalandi
Føroyar taptu 2-0 fyri Grikkalandi í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli í kvøld og komu niður aftur á jørðina eftir frálíka stórsigurin á Andorra fríggjakvøldið
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
04.06.2024 - 19:10

Bestu føroysku kvinnurnar máttu lúta, tá Grikkaland vitjaði á Tórsvølli týsdagin.

Við málum frá Veatriki Sarri og Sofia Kongouli báðu megin steðgin vann útiliðið 2-0, og føroyingarnir komu niður aftur á jørðina eftir frálíka 4-0 sigurin á Andorra fríggjakvøldið.

 

Grikkalandi stýrdi tí mesta

Ætlanin hjá føroyska liðnum var at fara langt fram á vøllin at leggja trýst á, og allarfyrstu minuttirnar eydnaðist hetta eisini, men so kom útiliðið fyri seg og stýrdi tí mesta av spælinum í fyrra hálvleiki.

Grikkaland skapti kortini ikki so nógvar upplagdar kjansir, og málið tær fingu, skuldi ongantíð verið komið. 13 minuttir vóru spældir, tá Veatriki Sarri sendi horna beinleiðis í netið, og hvørki Tórunn Joensen, sum stóð við stongina, ella málverjin, Eyðgerð Mikkelsen, kunnu vera nøgdar við sín leiklut. 

 

Birita Ryan størsta kjansin

Eftir steðgin gekk munandi betri hjá Føroyum. Tær í hvítum høvdu betri tamarhald á spælinum, og skaptu eisini farligar støður og einstakar kjansir.

Tann størsta fekk miðverjin Birita Ryan, tá hon fekk høvdið á eitt fríspark frá Jensu Tórálvsdóttir, men bólturin fór framvið handaru stongini. KÍ-miðverjin iðraði seg um misnýtta málmøguleikan, men hon kann ugga seg við, at hon var klárt besti føroyski spælarin á degnum. Ferð eftir ferð stóð hon á rætta stað, sama um grikkar royndu seg við innleggum ella kvikum samanspæli mitt fyri.

Eftir stóra kjansin, fór luftin úr føroysku ballónini, og útiliðið tryggjaði sær eisini sigurin, tá 12 minuttir vóru eftir. Sara Samson Lamhauge misti bóltin á egnari hálvu, og grikkar spældu Sofiu Kongouli leysa høgru megin. Miðframherjin lyfti bóltin upp um Eyðgerð Mikkelsen, og so var dysturin í roynd og veru liðugur.

Nú snýr tað seg um at tryggja sær triðja plássið frammanfyri Andorra, sum er annað mótstøðuliðið í juli. Hitt er Montenegro.

 

Tórsvøllur (EM-undankappingardystur í bólki C3)
Føroyar - Grikkaland, 0-2 (0-1)
0-1 Veatriki Sarri, 13 min.
0-2 Sofia Kongouli, 78 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182