Diabetesfelagið: Vónandi koma diabetes-sjúklingar ikki undir illgruna

Diabetesfelagið: Vónandi koma diabetes-sjúklingar ikki undir illgruna
Landslæknin hevur heitt á allar læknar at halda vakið eygað við nýtsluni av diabetesheilivági, tí nógv meira av Ozempic er útskrivað, enn tørvur er á
Heilivágurin Ozempic fyri diabetes verður eisini nógv brúktur í Føroyum.
 
04.06.2024 - 14:08

- Vónandi koma diabetes-sjúklingar ikki undir illgruna, nú so nógvur Ozempic-heilivágur er útskrivaður.

Tað sigur forkvinnan í Diabetesfelagnum, May-Britt Skoradal.

 

May-Britt Skoradal. (Mynd av Facebook)

 

Frágreiðing hjá landslæknanum vísir, at 800 pennar av Ozempic eru útskrivaðir ov nógv samanborið við veruliga tørvin seinastu 12 mánaðirnar.

Forkvinnan í Diabetesfelagnum veit ikki, hví so nógv er útskrivað av hesum heilivági, men hon minnist tíðina, tá ið trot var á Ozempic.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04062024_Diabetesfelagid_og_Ozempic


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Leygardag 13. juli
Morgunlestur leygardagur 13. juli 2024
177414
Nýggjastu sendingar í SV