Elias og Kiel spæla seinasta landskappingardystin

Elias og Kiel spæla seinasta landskappingardystin
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spæla sín seinasta landskappingardyst í dag. Um eina viku bíðar Barcelona í Champions League-endaspælinum
Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel spæla sín síðsta dyst í Bundesliguni í dag. Eftir tað, snýr tað seg um Champions League-endaspælið
Mynd: THW Kiel  
 
02.06.2024 - 14:40

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara í týska stórfelagnum, THW Kiel, spæla í dag sín síðsta dyst í týsku Bundesliguni.

Norðurtýskararnir vitja Melsungen, sum eins og Kiel skal spæla í European League næsta ár. Tað er neyvan nøktandi fyri sigursvanda felagið hjá føroyska spælskiparanum, sum er í eini skiftistíð í løtuni. 

Hinvegin bíðar Champions League-endaspælið í Køln. Føroyski spælskiparin hevur altíð droymt um at spæla ímóti teimum bestu, og hann fær seg royndan í hálvfinaluni ímóti Dika Mem og hinum stjørnunum úr Barcelona.

Í hinari hálvfinaluni bresta favorittarnir Magdeburg, sum hava tryggjað sær týska meistaraheitið, saman við Aalborg.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin spæla ímóti Eisenach. Høvuðsstaðarfelagið kappaðist leingi við Magdeburg, men Hákun West av Teigum og teir mugu taka til takkar við 2. plássi, sum gevur atgongd til Champions League næsta ár. 

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt spæla eisini sín síðsta dyst í dag á útivølli ímóti BHC. Eins og Kiel skulu Jóhan á Plógv Hansen og teir spæla í European League næsta kappingarár. Teir vunnu kappingina við finalusigri á Füchse Berlin í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182