Skrivað stendur: Menniskjan er tann sama

Skrivað stendur: Menniskjan er tann sama
Síðani september í fjør hava prædikutekstir í fólkakirkjuni verið umrøddir í sendingini "Skrivað stendur". Lurtararnir hava tikið sera væl ímóti sendingini
Kári Sólstein og Armgarð Arge standa við perluportið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.05.2024 - 15:03

- Tað at fáa fólk at koma í útvarpsstovuna at umrøða prædikutekstin, er eitt gamalt hugskot hjá okkum báðum, sum nú bleiv til veruleika, sigur Armgarð Arge.

Armgarð Arge hevur síðani september staðið fyri útvarpssendingini "Skrivað stendur" saman við Kára Sólstein.  

- Fyri meg hevur hetta verið ein sera lærurík sending, har eg havi lært eina rúgvu um, hvat tað er, ið stendur í evangeliinum, sigur Kári Sólstein.

 

Vit kunnu seta okkum inn í teksin

Hóast tekstirnir eru 2000 ára gamlir, so hava teir alt tað, ið tað modernaða menniskja stríðist við í gerandisdegnum í dag, eitt nú grammleika, gírni, næstakærleika, fyrigeving, og hvat meiningin er við lívinum, heldur Armgarð Arge.

- Vit kunnu øll seta okkum sjálvi inn í tekstin og so hugsa um, hvat vildi eg sagt ella gjørt í støðuni? Eri eg ein næsti hjá nøkrum? Ella hvør er mín næsti? Tekstirnir, so gamlir sum teir eru, venda sær beinleiðis til lesaran og spyrja lesaran, hvat hann heldur. Er lívið heilagt? Ella eru vit uppi á døgum nøkur ár og enda so aftur sum lívrunnið burturkast? leggur Armgarð Arge spyrjandi afturat.

 

Faktaboks
Í fólkakirkjuni er fastur prædikutekstir til hvønn sunnudag, sum prestur skal prædika yvir. Tekstirnir fevna yvir tvey ár, og verða róptir fyrra og seinna tekstarøð, og allir eru úr teimum fýra evangeliinum. Fyrra tekstarøð er, tá vit hava ólíka ár, og seinnu tekstarøð hava vit nú í 2024.
Eitt nýtt kirkjuár byrjar fyrsta sunnudag í advent.

 

Dentur lagdur á kynsjavnvágina

Tey bæði hava lagt stóran dent á, at kynsjavnvágin hevur verið í lagi í "Skrivað stendur", og tí hava ikki færri enn 30 kvinnur og 30 menn verið í sendingunum í vetur.

- Eg vil rósa øllum hesum fólkum, at tey hava játtað at verið við, tí tað krevur eitt sindur av heimaarbeiði at fáa ein stuttan tekst í evangeliinum, sum tú so skalt tulka og greina, og síðani seta inn í eitt nútímas samanhang. Og so slepst heldur ikki undan, at hetta verður persónligt á onkran hátt, tí hetta snýr seg um trúgv, sigur Kári Sólstein.

- Eg haldi eisini, at tað hevur verið sera áhugavert at hoyrt allar tær ymisku meiningarnar og tulkingarnar av tekstunum. Tað kemst ikki uttanum, at mann onkuntíð er tikin á bóli av onkrum gesti og hugsað: Júst so! Hatta er genialt. Hatta havi eg ikki hugsað um, sigur Armgarð Arge og leggur afturat, at tað eisini hevur verið áhugavert at eygleitt, hvussu ymiskar tulkingarnar eru, alt eftir um fólkini koma úr fríkirkjum ella fólkakirkjuni.

 

Kend fólk

Tey bæði hava roynt at fingið fólk við í sendingina, sum eru kend í almenna rúminum, at luttaka.

- Hetta eru fólk, sum eru von siga sínar meiningar um ymiskt, ið hendir í samfelagnum. Hvat teirra persónliga trúgv er ella ikki, er óviðkomandi fyri hesa sending, sigur Kári Sólstein

Sendingin hevur verið sera væl móttikin, og hevur havt nógvar lurtarar. Armgarð Arge og Kári Sólstein ætla tí at halda fram við "Skrivað stendur" í september.

 

Allar sendingar í røðini "Skrivað stendur" kunnu hoyrast inni á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182