Áhugi fyri Óla Mittún í Danmark og Týsklandi

Áhugi fyri Óla Mittún í Danmark og Týsklandi
"Eg spæli í øllum førum eitt ár afturat í Sävehof, men so fáa vit at síggja hvat hendir," sigur ein ovurfegin Óli Mittún, sum í gjárkvøldið vann svenska meistaraheitið
"Hetta var títt show. Tú vart tungan á vágskálini," segði svenski tíðindamaðurin við Óla Mittún eftir dystin
Mynd: SVT2  
 
29.05.2024 - 12:50

"Mittún med sitt nionde mål. Han är otrolig!" 

So bersøgin var frásøgumaðurin í svenska ríkissjónvarpinum, tá føroyska hondbótsstórtalentið, Óli Mittún, í gjárkvøldið stórspældi, tá felag hansara, IK Sävehof, vann svenska meistaraheitið. 

Óli Mittún skoraði níggju mál, legði upp til átta onnur mál, og var kosin dagsins leikari í avgerandi finaludystinum móti Ystads, sum teir gulu og svørtu vunnu 27-32.


Í Sävehof næsta kappingarár

Dysturin í gjárkvøldið staðfesti eisini, at steðgurin í svenskum hondbólti neyvan verður drúgvur hjá føroyska stórtalentinum. 

Óli Mittún letur heldur ongan iva vera um, at hann ætlar sær at fylgja systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu upp á hægstu hondbóltstindarnar. 

Spurdur beinleiðis, um hann spælir í IK Sävehof næsta kappingarár, svarar Óli Mittún avgjørdur ja.

"Eg spæli í øllum førum í Sävehof næsta kappingarár, men so fáa vit at síggja, hvat tað verður til."


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Áhugi úr størri deildum

Óli Mittún gloppar dyrnar fyri, at tað eru feløg úr størstu evropisku hondbóltsdeildunum, ið liggja framvið. 

"Hatta er sovorðið, ið umboðsmaðurin hjá mær tekur sær av, og so komi eg við í samrøðuna, tá okkurt ítøkiligt liggur á borðinum," sigur Óli Mittún, tá hann verður spurdur um áhugan. 

"Áhugin er úr Týsklandi og Danmark og sovorðnum støðum," avdúkar nýklækti svenski meistari tó.

 

Oli_Mittun_29052024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182