Til samráðingar hósdagin

bannari
Til samráðingar hósdagin
Eftir at hava tosað við arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag er málið hjá Terja Sigurðsson at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið hósdagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2024 - 18:12

Semingsstovnurin ger nú enn eina roynd at finna semju í verkfallinum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum nú er farið inn í triðju vikuna.

Semingsstovnurin tosaði við arbeiðarafeløgini í gjár, við arbeiðsgevararnar í dag, og í morgin er aftur fundur við arbeiðarafeløgini. 

Málið er at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið hósdagin.

- Tað kann vera byrjanin til eina nýggja semingsroynd, men tað kann eisini enda við tí øvugta, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

Hoyr samrøðu við Terja Sigurðsson, semingsmann:

Terje_kl_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895