Strandferðslan hóttir við at melda bilførarar

bannari
Strandferðslan hóttir við at melda bilførarar
Manningin á Smyrli ger stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Bilar verða avvístir, um teir hava dunkar við brennievni í bilinum
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, hóttir við at melda bilførarar, um teir hava leysar dunkar av brennievni í bilunum
 
25.05.2024 - 11:08

Tað sigur Niels Juels Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Í gjár fekk løgreglan boð um, at langar bilrøðir vóru við bensinstøðirnar í Suðuroynni, bæði í Hvalba, á Tvøroyri og í Vági, nú støðirnar norðanfjørðs eru farnar at tømast fyri brennievni, orsakað av verkfallinum.

Fólk vóru eisini norðanfjørðs. Fleiri fyltu upp í dunkar.

- Tað er strangliga bannað og sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum at føra dunkar við brennievni í bilinum inn á dekkið á Smyrli, sigur Niels Juel Arge.

Stjórin í Strandferðsluni hóttir við at melda bilførarar, um teir hava leysar dunkar við brennievni í bilunum.

 

Niels_J_Arge1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774