Ferðamannaskip sigldi ólógligt við smábátum við Sørvágsbjørgini

Ferðamannaskip sigldi ólógligt við smábátum við Sørvágsbjørgini
- Tað er bannað, og tað er steðgað, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum
Le Boreal liggur við Sørvágsbjørgini
Mynd: Andreas Mouritsen  
 
25.05.2024 - 14:20

Ferðamannaskipið Le Boreal lá í gjár fyri akker við Sørvágsbjørgini og sigldi við ferðafólkum í skjóttgangandi bátum sera nær landi.

Andrias Mouritsen, tyrluskipari, legði í gjár myndir á netið av ferðamannaskipinum Le Boreal, sum lá ankrað sunnan fyri Sørvágsbjørgini, og sigldi við ferðafólkum sínum við egnum smábátum.

- Eg kenni tað provokerandi, tá eitt útlendsk skip við ferðafólki leggur seg so nær landi og setur bátar út sum sigla inn um hvønn stein og inn í hvørja holu í bjørgunum uttan staðkend umborð, skrivar tyrluskiparin, sum ikki vil gera samrøðu við útvarpð. Hann sigur í telefonsamrøðu, at talan mundi vera um einar 10 smábátar, og tað sást á kjalarvørrinum, at teir sigldu ógvuliga skjótt.

 

Siglingin bannað!

Sambært kunngerð um sigling við ferðafólki við smærri bátum, sum verða sjósettir av ferðamannaskipum, er sigling í innara sjóøkinum við smærri bátum við ferðafólki, sum ikki hevur til endamáls at flyta ferðafólk inn í ella úr eini ISPS-góðkendari havn, bannað.

 


Loyvi frá Sørvágs kommunu

Tað var Faroe Ship, sum umboðaði Le Boreal á vitjanini í Føroyum.

Umboðið fyri Faroe Ship sigur í stuttari viðmerking, at talan var um eina misskiljing:

Skipið hevði fingið loyvi frá Sørvágs Kommunu til at ankra upp uttan fyri Bø og so sigla ferðafólkini inn og út.

- Tá eg fekk boð frá Visit Vágum um, at bátarnir sigldu runt, ringdi eg umborð og bað tey steðga, og tað gjørdu tey alt fyri eitt, sigur umboðið hjá Faroe Ship.

Skiparin hevur í teldupost biðið um umbering fyri hendingina, sigur hann.

- Vit, sum umboð, harmast eisini misskiljingina.

 

INNSLAG_Le_Boreal

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205