Helst drúgt verkfall - einki samband er millum partarnar

bannari
Helst drúgt verkfall - einki samband er millum partarnar
Í dag eru ellivu dagar, síðani tey fýra arbeiðarafeløgini fóru í verkfall. Sum støðan er, vil hvørgin parturin vil flyta seg
Støður eru, tá løgreglan er boðsend í sambandi við verkfallið, men alt gongur friðarliga fyri seg.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2024 - 13:47

Líkt er til, at verkfallið, sum nú hevur vart í ellivu dagar, verður drúgt.

Einki samband er millum partarnar, og hvørgin parturin hevur hug at flyta seg, ella sleppa krøvum sínum.

- Um partarnir flyta seg, eru vit altíð til reiðar at seta okkum aftur við samráðingarborðið.

Tað segði Fróði Sivertsen, virkandi semingsmaður, fyrrapartin.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag, sigur seg ikki hava nakað nýtt at lata semingsmonnunum:

 

24052024_Georg_um_verkfall
 
 
Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 


Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, er eins fastur á hondini og Georg F. Hansen:

 

24042024_Niels_um_verkfall

 

Niels Winther er stjóri í Vinnuhúsinum.

 

Verkfallið hjá Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag byrjaði á midnátt mánakvøldið 13. mai.

 

Fróði Sivertsen er virkandi semingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Semingsfundur útsettur

Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur samráðst fyri seg, og semingsstovnurin er eisini komin uppí tær samráðingarnar.

Samráðingarfundurin, sum skuldi vera fyrrapartin millum Havnar arbeiðskvinnufelag og Føroya arbeiðsgevarafelag, er tó útsettur, orsakað av forfalli.

Fróði Sivertsen, virkandi semingsmaður, segði í stuttari viðmerking fyrrapartin, at á fundinum millum Havnar arbeiðskvinnufelag og Føroya arbeiðsgevarafelagð mikudagin, varð avtalað, at tey skuldu hittast aftur í dag.

Nú er so tann fundurin útsettur, og verður helst fyrst í komandi viku, sigur Fróði Sivertsen.


 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895