Føroysku menninir vunnu á Íslandi

Føroysku menninir vunnu á Íslandi
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum gjørdu bart í Silvurliguni, tá teir vunnu tryggan sigur á Íslandi fríggjakvøldið
 
24.05.2024 - 22:46

Bestu føroysku flogbóltsmenninir vunnu tryggan sigur á Íslandi í høllini á Hálsi fríggjakvøldið.

Talan var um hin fyrra av tveimum dystum í Silvurliguni, sum Føroyar spæla á heimavølli um vikuskiftið.

Føroyar vunnu dystin 3-0; í sær sjálvum ein tryggur sigur, men tvey tey fyrstu settini vóru rættiliga jøvn. Heimaliðið vann fyrsta sett 26-24, og annað sett 25-23.

Triðja sett endaði við 25-19 sigri til heimaliðið, sum reisti seg so dyggiliga eftir ósigurin fyri Íslandi í Íslandi farna vikuskiftið.

Sunnudagin klokkan 17:00 spæla Føroyar ímóti Eysturríki í Havn. Eysturríki verður mett at vera sterkasta liðið í føroyska bólkinum, har Ísrael er fjórða landi.

 

Kvinnurnar taptu fyri Luksemburg

Landsliðið við kvinnum spældi eisini í Silvurliguni fríggjadagin. Tær eru í Luksemburg, har tær taptu fyrra dystin av tveimum í hesum umfarinum ímóti vertslandinum.

Føroyar tatpu 0-3 við settúrslitunum 21-25, 17-25 og 17-25.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774