- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dania O. Tausen: Tað næsta verður ein skaldsøga
Dania O. Tausen: Tað næsta verður ein skaldsøga
Dania O. Tausen varð í dag heiðrað við ársins Ebbu-virðisløn. Vit kenna hana best sum sangara, sangskrivara og yrkjara, men nú ætlar hon sær at skriva eina skaldsøgu

Dania O. Tausen fekk ársins Ebbu-virðisløn í ár
Mynd: Emil Lisberg Jacobsen
24.05.2024 - 17:25
Dania O. Tausen varð í dag heiðrað við Ársins Ebbu-virðisløn, sum Rithøvundafelag Føroya letur ungum rithøvundum.
Í sambandi við handanina segði Dania O. Tausen, at hon nú arbeiðir við at skriva eina ungdómsskaldsøgu, og at hon tí ætlar sær av landinum í eina tíð at hugsavna seg um at skriva.
Virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze, sum andaðist í 2015. Í sínum testamenti segði Ebba Hentze, at Rithøvundafelagið skuldi arva hennara pengar, bøkur og aðrar ognir at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur.
Hetta er sættu ferð, at Ebbu-virðislønin verður latin.
Hoyrið samrøðu við Daniu O. Tausen her
Dania_Tausen_samroda
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV