- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST samtykt minnisdag fyri Srebrenica
ST samtykti í dag at gera 11. juli til altjóða minnisdag fyri fólkamorðið í Srebrenica í 1995.
84 lond atkvøddu fyri samtyktini og 19 atkvøddu ímóti. 68 lond atkvøddu blankt, og 22 atkvøddu als ikki.
Av teimum fimm føstu londunum í trygdarráðnum atkvøddu USA, Bretland og Frakland fyri, men Russland og Kina atkvøddu ímóti.
Serbia hevur verið harðliga ímóti samtyktini, tí hon eftir teirra tykki devulsger ella demoniserar Serbia.
Týskland og Rwanda løgdu uppskotið fram.
Týska ST-umboðið Antje Leendertse segði, at endamálið við samtyktini er at heiðra minnið hjá ofrunum og stuðla teimum yvirlivandi, sum enn liva við arrunum frá hesi lagnukendu tíðini. Hon segði, at hetta ikki er rættað móti nøkrum ávísum landi, men móti øllum teimum, sum fremja fólkamorð.
Men serbiski forsetin Aleksandar Vukic kallaði samtyktina fyri "sera politiska" og vísti á, at altjóða dómstólurin longu hevur staðfest persónligu ábyrgdina hjá teimum, sum eru dømd fyri brotsverkini í Srebrenica.
"Hendan samtyktin fer at lata Pandorusa boks upp. Nú fara vit at skula taka støðu til eina rúgvu av líknandi samtyktum um fólkamorð," segði serbiski forsetin.
Tað var í juli 1995, at bosnia-serbiski herurin fór inn í býin Srebrenica, og drap uppá nakrar dagar meir enn 8000 bosnia-muslimskar menn og dreingir.
Í 2004 avgjørdi serligi dómstólurin fyri kríggið í fyrrverandi Jugoslavia í Haag, at drápini í Srebrenica skuldu metast sum fólkamorð.