Frítíðarskúli í jólagávu til kollfirðingar

Frítíðarskúli í jólagávu til kollfirðingar
Articon skal byggja frítíðarskúlan í Kollafirði, sum skal vera liðugur á jólum næsta ár
Nýggjur frítíðarskúli skal byggjast í Kollafirði. Verkætlanin byrjar í november.e
 
22.05.2024 - 06:24

Articon skal byggja frítíðarskúlan í Kollafirði, sum skal vera liðugur á jólum næsta ár.

Tórshavnar kommuna og Articon hava gjørt sáttmála um arbeiðið.

Arbeiðið var boðið út í fjør.

Trý tilboð komu. 

Dómsnevndin mælti til at taka av uppskotinum frá Articon, sum var mett at vera tað besta, hóast tað ikki er tað bíligasta. 

Arbeiðið kostar 16,7 mió.kr. 

Búsetur og HVT komu eisini við tilboði.

Frítíðarskúlin verður fyri 60 børn.

Har verður eisini pláss fyri teimum seks ára gomlu í dagstovninum. 

Við tí er lagt er upp fyri, at forskúli verður stovnaður í framtíðini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Vigdís 3:4
191867
Mikudag 14. mai
Vigdís 4:4
191866
Mikudag 14. mai
Vigdís 2:4
191865