Sára Maria skal rógva í París

Sára Maria skal rógva í París
Sára Maria Johansen skal kappast á Olympisku leikunum í París í summar. Tað er greitt, eftir at danski áttarin róði seg til OL-plássið á World Cup-stevnu
Sára Maria Johansen (uttast til høgru) er partur av danska áttaranum, sum skal til OL
Mynd: Balint Czucz  
 
21.05.2024 - 13:42

Tað verður ikki bert Sverri Sandberg Nielsen, sum skal umboða Føroyar í skullararógving á Olympisku leikunum í París í summar.

Fyri løtu síðan róði danski áttarin við Sáru Mariu Johansen umborð seg til OL-pláss á World Cup stevnu í Lucerne í Sveis.

Tær níggju kvinnurnar endaðu á 2. plássi framman fyri bæði Kina og Týsklandi, og tryggjaðu Danmark sítt fyrsta OL-pláss yvirhøvur í áttara við kvinnum.

Sára Maria Johansen er kend úr føroyska róðrarumhvørvinum, har hon millum annað vann FM við Firvaldi hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Seinni hevur hon gjørt nógv við inniróður, og í fjør gjørdist hon heimsmeistari í inniróðri á 2000 metrum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774