Ítróttatingið varpar ljós á fráfall hjá føroyskum kvinnum

Ítróttatingið varpar ljós á fráfall hjá føroyskum kvinnum
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Ítróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
 
21.05.2024 - 10:59
1673985



Andras Nolsøe frá Ítróttasambandi Føroya og Eyðvør Klakstein, fótbóltsspælari, sum arbeiðir við ítróttasálarfrøði, eru á einum máli um, at tað er fleiri ymiskar orsøkir til, at gentur gevast at íðka ítrótt.

Ein kanning vísir, at tær ikki tíma so væl at kappast, at stóra trýstið ger, at tær missa hugin og aðrar halda ov nógv fokus vera á tað kropsliga.

Eyðvør Klakstein, sum hevur tikið bachelor í sálarfrøði á The Open University og master í ítrótta- og rørslusálarfrøði á Staffordshire University í Onglandi, er komin fram til, at gentur ofta mangla eitt greitt mál og sakna tann góða felagsskapin.

Á ítróttatinginum verða tríggjar framløgur.

Christina Roslyng, ið er kend sum vinstri vongur á danska kvinnulandsliðnum í hondbólti, fer eitt nú at tosa um, at tey á kvinnulandsliðnum hava megnað at skapa eitt sálarliga trygt umhvørvi .

Eyðvør Klakstein hevur framløgu um fráfall millum úrvalsíðkarar og ov fáar kvinnuligar fyrimyndir.

Eisini hugleiða Gunn Ellefsen og Mark Marcher um tilgongdina hjá HSF til gentur og kvinnur í føroyskum hondbólti.

Ítróttatingið 2024 verður í Finsen í Havn hóskvøldið 23. mai frá kl. 19.00-21.30.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg á atgongumerki.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774