Elveitingarlógin ikki avgreidd - ov fá tingfólk

Elveitingarlógin ikki avgreidd - ov fá tingfólk
Elveitingarlógin varð ikki avgreidd sum ætlað við 2. viðgerð í løgtinginum í gjár, tí ov fá tingfólk vóru til staðar fyri at atkvøðugreiðslan kundi vera
 
18.05.2024 - 11:12

Samgongan var ikki fullmannað, tí Erling Eidesgaard tingmaður fyri Tjóðveldi og Jóhannis Joensen tingmaður fyri Javnaðarflokkin vóru uttanlands og tingmenninir Henrik Old og Bjarni Hammer vóru farnir til Suðuroyar.

Tá samgongan bara hevði 14 tingfólk í salinum, gjørdu tingfólk fyri Fólkaflokkin og Samandsflokkin av, at rýma úr tingsalinum áðrenn avgreiðsluna, og sostatt bar ikki til at avgreiða málið.

Onnur viðgerð er sett á skrá týsdagin.

Stóru andstøðuflokkarnir vístu stóra ónøgd í viðgerðini í gjár. Fyrstur at taka orðið var Helgi Abrahamsen, tingmaður úr Sambandsflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður á økinum.

Í upprunaliga tilmælinum til landsstýrið var eitt sølulið inni í elveitingarlógini. Nýggja lógin skuldi loyva privatum aktørum at selja streym beinleiðis til brúkaran. Hesin parturin bleiv tó tikin burturúr lógaruppskotinum, sum Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, legði fyri løgtingið. 

Men søluliðið hevur stóran týdning fyri Framsókn, og tað skal við í nýggju elveitingarlógina, sigur Sólvit Nólsø, tingbólkaformaður hjá flokkinum.

Samgongan er tó enn ikki samd um, hvussu eitt sølulið skal skipast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd.
187771
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Leygardag 15. februar
Morgunlestur leygardagur 15.februar 2025
186668
Fríggjadag 14. februar
Vikuskiftið 14 februar
187800
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616