Kringvarpið søkir eftir journalistum

Um KVFTíðindi
Kringvarpið søkir eftir journalistum
Trý størv sum journalistur á Aktuelt eru í løtuni leys at søkja
 
17.05.2024 - 09:40

“Tað snýr seg um at veita rættar, neyvar og týðandi upplýsingar til Føroya fólk."

Samd/-ur? So halt endiliga fram at lesa! 

Kringvarp Føroya søkir eftir journalistum til hesi størv: 

* Fast fulltíðarstarv á Aktuelt-deildini
* Farloyvisstarv, eitt ár á Aktuelt-deildini fulla tíð
* Fyribils starv á Aktuelt-deildini árið út 

Vit leita eftir fólki við journalistiskari útbúgving ella aðrari viðkomandi útbúgving. Royndir eru ein fyrimunur, men ert tú ein áhugaður eygleiðari, sum dugir at seta greið orð á og at spyrja kritiskt og nær, eigur tú at søkja uttan mun til arbeiðsroyndir.  

Kringvarp Føroya virkar á trimum pallum: útvarp, sjónvarp og á kvf.fo, og tú skalt vænta at arbeiða á í minsta lagi tveimum. Tí skalt tú eisini duga føroyskt væl í skrift og talu.   


Starvið 

Størvini verða sett skjótast til ber. Øll trý størvini eru í útgangsstøðinum fulltíðarstørv, men annar brøkur kann avtalast.   


Vit bjóða 

* ein livandi og meiningsfullan arbeiðsdag
* eitt pláss í einum tøttum redaktionellum samstarvi 
* eitt starv, har tú fært innlit í forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum 


Tú skalt 

* vilja gera mun
* duga at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur
* hava høgt trúvirði og vera álítandi
* tola tíðartrýst og virða tíðarfreistir
* arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi skulu út  


Setanar- og lønarviðurskifti 

Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna í miðal.  


Evstamark at søkja o.a. 

Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo. Evstamark at søkja er 3. juni 2024. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296649, ella við at senda teldupost til katrinp@kvf.fo

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574

Um kvf css